Vilja gera ávísar matvørur bíligari

Broytingar skulu koma føroyingum til góðar og ikki fyrst og fremst hjá útlendskum ferðafólki, soleiðis sum sitandi samgonga ger

Lógin um mvg eigur at verða endurskoðað. Tað verður eitt mál hjá Javnaðarflokkinum hesa næstu tíðina. Tá ið flokkurin hevði landsfund um vikuskiftið, staðfesti floksformaðurin, Aksel V. Johannesen, at búskaparliga framgongdin hevur verið stór – men so spurdi hann eisini, hvør tað er, sum hevur fingið ágóðan av framburðinum.

 

– Rundan um okkum er framgongdin bara komin nøkrum heilt fáum til góðar, tí tað vanliga, arbeiðandi fólkið, merkir einki til vøksturin.  Tíbetur er tað ikki so ringt í Føroyum. Men hesi borgarligu samgonguni, og  við teirri seinastu, borgarligu samgongu, er talan um eitt heilt greitt rák, segðu Aksel V. Johannesen. Og tað er, at tey fáu, sum hava nógv, fáa meira, og tey, sum hava lítið, fáa lítið ella einki.

 

– Hetta hendir, hóast gransking vísir, at samfeløg við lítlum ójavna, eru tey bestu samfeløgini at liva í - eisini hjá teimum ríku, sigur hann.

 

Tí ætlar Javnaðarflokkurin at lækka skattin hjá fólki við miðalinntøkum og lágum inntøkum, tí tað hevði minkað um ójavnan í Føroyum og gjørt gerandisdagurin hjá vanliga føroyinginum eitt sindur lættari.

 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at eitt annað, sum kann lætta um gerandisdagin, er at endurskoða lógina um mvg.

 

– Borgarliga samgongan hevur samtykt fleiri undantøk í mvg-lógini, sum fyrst og fremst ger tað lættari hjá útlendskum ferðafólkum í Føroyum. Slíkar mvg-frítøkur eiga fyrst og fremst at koma føroysku húsarhaldunum til góðar. Eitt nú kunnu vit lækka mvg á breyði, mjólk, frukt og grønmeti, ella at taka tað heilt av.

 

– Hetta hevði gagnað øllum húsarhaldum og ikki minst hevði tað gjørt gerandisdagin hjá barnafamiljunum eitt sindur lættari, sigur Aksel V. Johannesen.