Vilja friða bygdir og býir fyri seyð og onnur húsdýr

Magni Laksáfoss, tingmaður, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa neyt, hestar, geitir og flogfenað burtur úr bygdum øki. Eftir uppskotinum verða tað kommunurnar, sum kunnu krevja krevja at hegn verður sett upp fyri hesum nyttudýrum.

Men er avloysing goldin fyri vetrarbit, kann kommunustýri, ella eigari av avloysta økinum, krevja hegn fyri seyð.

Hegnskyldan skal áliggja teimum, sum eiga húsdýrini.

Magni Laksáfoss staðfestir, at seyðurin er til stóran ampa fyri royndirnar at fríðka um í bygdum øki.

Í Føroyum verður einki endurgjald latið fyri skaðan, seyðurin hevur verið atvoldin til. Hinvegin má hvør hundaeigari hava eina ábyrgdartrygging fyri at kunna endurgjalda skaðar, hundurin hevur verið atvoldin til.

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri tann, sum fær álagt at hegna, veldst nær og hvar krav

verður sett um hegn.

- Hegnskylda er ikki eitt krav beinleiðis sambært lógini, men lógin gevur heimild at seta krav um hegn. Slíkt krav kann ikki setast fram fyrilitaleyst, tí tann, sum hegnar, skal taka atlit til, hvat lutfalsliga kann fáast burturúr at hegna, sæð í mun til kostnaðin og avmarkingarnar av hesum.