Vit skulu gera av, um vit skulu stríðast fyri loysing saman við Tjóðveldis- og Fólkaflokkinum, stríðast fyri at varðveita eina bøtta heimastýrislóg saman við Sambandsflokkinum, ella um vit velja samstarv og loysnir saman við Javnaðarflokkinum.
Vit í Javnaðarflokkinum hava ein klokkukláran sjálvstýrispolitikk. Vit taka undir føroyska fólkaynskinum um broytingar í ríkisrættarviðurskiftunum. Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum byggir júst á hetta fólkaynskið, og við hesi lóg fær løgtingið fult vald í øllum yvirtiknum málum, og tað verður løgtingið - og harvið føroyska fólkið - sum ger av, hvørji mál verða tikin yvir.
Vit halda, at tað hevur stóran týdning, at hetta verður gjørt innan fyri ríkisfelagsskapin. Vit skulu sjálvandi laga búskapin til okkara samfelag, men tað skal gerast við skili, og hetta skal undir ongum umstøðum ganga út yvir vælferðina. Hetta er aðalmunurin á okkara politikki og politikki samgongunnar.
Vit í Javnaðarflokkinum hava ta fatan, at tað er við at upplýsa og við at samstarva, at tað ber til at fáa eina góða avtalu við danir um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Broytingar, sum staðfesta, at evsta valdið liggur hjá føroyska fólkinum, og hesum politikki fara vit framhaldandi at virka fyri, bæði á fólkatingi og á løgtingi.