Vilja forða útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum

Løgmaður er sannførdur um, at forðingar eiga at verða settar í verk

Einaferð í næstum fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avmarka rættin hjá útlendingum at keypa hús og jørð inn undir seg í Føroyum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður eftir at Jóhannis Joensen, tingmaður f fyri Javnaðarflokkin, hevur reist málið fyri honum.  

– Eg eri sannførdur um, at vit eiga at forða fyri, at útlendingar sleppa at keypa nógva jørð og fastogn inn undir seg, fyri síðani at lata tey standa óvirkin og órøkt, sigur løgmaður.

Eftir hansara tykki skal endamálið vera, at vit tryggja okkum, at tey, sum eiga fastogn í Føroyum, eisini hava tilknýti til Føroyar. Tað er eisini neyðugt at byrgja fyri at útlendingar fara at eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum í landinum.

– Men hinvegin mugu vit heldur ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum, sigur løgmaður.

Hann sigur, at tey hava arbeitt við málinum síðani í februar mánað, men enn eru tey ikki komin heilt á mál. Men so skjótt lógaruppskotið er liðugt, verður farið undir eina politiska viðgerð, sigur løgmaður, og hann væntar, at lógaruppskotið kann verða sent avvarðandi pørtum til ummælis fyrst í komandi ári.

Í hesum sambandi hevur tað eisini verið nevnt, at  útlendingar eru ikki einasti trupulleikin, men at tað er ein líka stórur trupulleiki, at fólk úr einum parti í landinum keypa hús og jørð í øðrum pørtum av landinum har tey einki tilknýti hava til. Eitt nú verður hugsað um havnarfólk, sum keypa summarhús á bygd og á summum bygdum eru tað uttaniggjafólk, sum eiga fleiri av húsunum.

Men løgmaður hevur áður upplýst fyri okkum, at ætlanin er ikki at avmarka rættin hjá føroyingum at keypa fasta ogn í Føroyum.