- Eg haldi at tað er skeivt at gera lokalpolitikk til tað stóra trøllið í føroyskum politikki.
Tað førdi Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, fram á Trapputingi í Miðlahúsinum mánakvøldið.
Hann segði, at tað skínur ígjøgnum hjá teimum, sum vilja hava alt landið til eitt valdømi, tað er at summir av løgtingslimunum úti um landið verða afturvaldir.
- Tey, sum vilja hava Føroyar til eitt valdømi, vilja ikki bara hava rætt at velja síni egnu umboð á løgting. Tey vilja eisini forða fyri, at tey fólkið kring landið skulu sleppa at velja síni umboð á ting.
- Onkusvegna tykir mær sum um at vit eru endað í einum samanbresti ímillum ymsar mentanir og at tað eru summi, sum vilja forða ósiviliseraðum, bygdarfrellum at velja Marjus Dam og Gerhard Lognberg á Løgting, sum bara tosa um Ginusøgur og tunlar.
Samfelagsfrøðingurin duldi ikki fyri, at hesin hugburðurin hóvaði honum als ikki, tí hetta er at gera seg inna grundleggjandi virði í fólkaræðinum, sama hvat vit annars halda um sjónarmiðini hjá ávísum politikarum.
Hann segði, at rakstrarrópini nú til frama fyri einum valdømi, minna um rakstrarrópini sum vóru, tá ið stýrisskipanin varð broytt.
- Tá varð ført fram, at fáa vit landsstýrisfólk, sum sjálvi hava ábyrgd fyri sínum málsøkjum, fara vit at fáa politikarar, sum vísa størri ábyrgd.
Men so spurdi hann um nakar kundi siga, at politikarar nú, vísa størri ábyrgd, enn teir gjørdu fyrr.
Samstundis hevði tað stóran týdning, at miðfyrisitingin varð styrkt.
- Men hetta hevur ført við sær, at stór ójavnvág er ímillum lóggevandi valdið og útinnandi valdið, tí nú er tað at kalla bara fyrisitingin, sum ger lógaruppskot, meðan lóggevandi valdið er viknað og tað sær út til, at hendan gongdin skal styrkjast.
Jógvan Mørkøre vildi ikki illgita politikarar.
- Men verður hetta uppskotið samtykt, er hann púra vósur í, at tað verður hetta, sum fer at standa í søgubókunum, at løgtingið broytti vallógina fyri at gagna politikarum, sum nú sita og fyri at tryggja summum av teimum afturval.
- Nettupp av teirri orsøk, eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið. Vilja vit, at Føroyar skulu vera eitt valdømi, eiga vit ikki at gera tað óðum verkum, men vit eiga at lata málið taka tað tí, sum krevst og at gera tað við skili, útfrá teimum røttu fortreytunum.
Jógvan Mørkøre sigur, at trupulleikin er, at flokkarnir eru skeivt umboðaðir á tingi eftir atkvøðutalinum.
Men tað kann broytast í eini handavending við tveimum reglum í vallógini, so at vit fara yvir til ein útrokningarhátt, sum rættar hendan skeivleikan, legði hann afturat.
Tað stóra trøllið
Ein høvuðsorsøk til, at summi vilja hava Føroyar til eitt valdømi, er at sleppa undan lokalpolitikki, ella ávísum seráhugamálum.
Men hví eru summi seráhugamál verri enn onnur, spurdi hann og hann skilir ikki, hví tað seráhugamálið, sum eitur lokalpolitikkur skal vera tað stóra trøllið í føroyskum politikki
Hann nevndi, at hann hevði verið í løgtinginum ein dagin og har sat ein røð monnum og ansaðu eftir, hvussu tingmenn atkvøddu í málinum um fiskidagar.
- Tað eru so mong seráhugamál á ymsum økjum, sum verða røkt, men ongin tosar um seráhugamál, tá ið talan er um fiskivinnumál ella skattamál og ongin tosar um, hvussu nógv, tað hevur kostað samfelagnum.
-Tað eru enntá nógvir flokkar, sum eru stovnaðir at røkja seráhugamál og eg havi ongantíð skilt, hví summi seráhugamál eru verri enn onnur, segði Jógvan Mørkøre.










