Hetta er órættvíst at summi sleppa heilt undan at gjalda

Kommunufelagið vísir staðiliga aftur, at talan er um ognarskatt

Kvívík er ein av bygdunum, har hús standa tóm

Tað er okkara greiði varhugi, at tey sum eiga eini summarhús, fegin vilja gjalda fyri tænasturnar í nærsamfelagnum. Tað sigur Kommunufelagið í tíðindaskrivi nú á miðdegi. Kommunufelagið og landsstýrið hava havt fund, har ymisk mál vórðu umrødd, og eitt av málunum var at geva kommunum heimild til at leggja gjøld á hús, sum eingin býr í.

 

Hetta hevur Annika Olsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi borgarstjóri í Havn, tikið illa upp, tí hon kallar hetta ognarskatt.

 

– Annika Olsen veit fullvæl, at í Kommunufelagnum hava vit ongantíð tosað um ognarskatt, sigur Kommunufelagið.

 

Tey siga, at hesi seinastu nógvu árini hava kommunustýrislimir kjakast um trupulleikan við teimum nógvu húsunum, sum standa tóm kring landið, og tað er eitt kjak, Annika Olsen hevur verið við í, millum annað í stýrinum í Kommunufelagnum.

 

– Ein ognarskattur er ein skattur á virðið á eini ogn, men tað, Kommunufelagið og landsstýrið hava umrøtt, er eitt gjald fyri tænastur, og sostatt hevur tað einki við ognarskatt at gera, staðfestir Kommunufelagið.

 

– Í ávísum kommunum stendur annaðhvørt hús tómt. Annika Olsen veit eisini fullvæl, at øll hús hava útreiðslur við sær fyri eina kommunu, tí tey skulu hava reint vatn, tey skulu vera við í eini góðkendari spillvatnsskipan, tey skulu hava veg, sum skal haldast, umframt at tey skulu hava gøtuljós, og har skal ruddast fyri kava, tá ið tað er neyðugt. Hetta eru tænastur, húsini fáa, uttan mun til um ein skattgjaldari býr í teimum, ella ikki, sigur Kommunufelagið.

 

– Er tað rímiligt, at tey, sum eru eftir í einari kommunu við stórari fráflyting, skulu halda allar tær útreiðslurnar, sum eru knýttar at húsum hjá fólki, sum ikki búgva í kommununi? Er tað rímiligt, at tey sum eftir eru, skulu gjalda fyri, at onnur skulu kunna fáa eina tænastu ókeypis, spyr Kommunufelagið.

 

Tey gera greitt, at í kommununum halda tey ikki, at hetta er rættvíst, tí tað skal vera livandi í øllum kommunum. Tað er eisini teirra greiða fatan í Kommunufelagnum, at tey sum eiga eini summarhús, fegin vilja gjalda fyri tænasturnar í nærsamfelagnum.

 

Á fundinum ímillum landsstýrið og Kommunufelagið varð umrøtt at geva kommununum heimild at taka tænastu ella brúkaragjøld. Tað stendur framvegis upp til tær einstøku kommunurnar, um tær nýta heimildina, ella at lata vera, sigur Kommunufelagið.

 

Hvussu hesi viðurskifti neyvari skulu skipast, verður ein spurningur, sum land og kommunur fara at viðger í sátt og semju hesa næstu tíðina, sigur Kommunufelagið.

 

Kvívík er ein av bygdunum, har hús standa tóm