Vilja fáa møguleikan at rinda starvsfólki hægri løn

Skipanin, sum er í gildi í dag, er ein trupulleiki, siga arbeiðsgevararnir

Politikarar mugu tryggja sær, at hetta ikki er í stríð við sáttmálan hjá ST fyri tey, sum bera brek. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú samgongan ætlar at skera umstøðurnar hjá teimum, sum hava tillagað starv, ella vart starv, sum tað kallaðist fyrr.

Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at á arbeiðsmarknaðinum er tað ein grundregla, at løntakarin fær løn eftir tí sáttmála, sum hann er fevndur av.

– Tað er undrunarsamt, at hetta ikki skal verða galdandi fyri stuðulin hjá Almannaverkinum til tey, ið hava skerdan arbeiðsførleika, sigur felagið.

Tey halda, at ein lóg sum henda eigur at verða endurskoða við jøvnum millumbilum fyri at tryggja, at hon ikki gongur ímóti endamálinum um, at tað skal loysa seg at arbeiða og tað skal loysa seg fólkið at taka útbúgving.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at skipanin eigur at verða broytt soleiðis, at tað skal bera til hjá fólki í tillagaðum starvi at fáa viðbót frá arbeiðsgevaranum, afturat grundlønini, uttan at hetta ávirkar stuðulin frá Almannaverkinum.

Tey vísa á, at lønin í sáttmálunum er ein grundløn, men at arbeiðsgevarar kunnu eisini samráðast viðbøtur og aðrar ágóðar.

– Tað styrkir um kappingarførið hjá fyritøkum, at arbeiðsgevarar kunnu løna fólkum eftir førleikum, royndum, arbeiðsuppgávum og ábyrgd, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag veit um fleiri dømi, har starvsfólk hevur fleiri ára royndir í fyritøku og
fær eina viðbót omaná grundlønina fyri serligar royndir og førleikar. Men tá ið førleikin hjá starvsfólkunum varð skerdur, bar tað ikki longur til hjá arbeiðsgevarunum at rinda viðbót.

Tí skjýtur Føroya Arbeiðsgevarafelag upp, at skipanin við tillagaðum starvi gevur møguleika fyri, at privatir arbeiðsgevarar kunnu geva starvsfólki viðbót omaná grundlønina, uttan at hetta ávirkar útgjaldið frá Almannaverkinum.

Somuleiðis mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at um skipanin verður tillagað, at hetta verður gjørt soleiðis, at skipanin m.a. framhaldandi eggjar fólki í tillagaðum starvi at átaka sær arbeiði og at útbúgva seg.