Vilja fáa frið at svølgja kamelar

Jóannes Eidesgaard biðjur nú sínar samgongufelagar um at sláa kalt vatn í blóðið og halda uppat at skeldast í fjølmiðlunum. Men hjá onkrum samgongumonnum rínur ikki við

Tað ringasta, sum kann henda, er samgongufólk hvør í sínum lagi fara í fjølmiðlarnar at skeldast um førda politikkin.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Í tíðindaskrivi fríggjadagin staðfesti hann, at honum hóvar als ikki, at politikarar í samgonguni javnan og savnan eru í fjølmiðlunum við útsøgnum um, hvussu ósamdir teir eru um tær politisku ætlanirnar, sum aðrir politikarar í samginguni hava.
Hann minnir á, at samgongan er í ferð við at gera fíggjarlógina fyri 2011 og at tað verður ein serstakliga tórfør og viðbrekin uppgáva.
- Her verða nógvir hersknir kamelar, ið skulu slúkast, um vit skulu bera boð í bý við okkara fíggjarlóg, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
- Tað ringasta, vit nú kunnu gera, er at fara út í pressuna við staklutum og fáa ein orðadrátt millum samgongufólk um hesi, sigur hann
- Á henda hátt náa vit ikki málinum, leggur hann afturat
Sostatt mælir hann politikarum úr samgonguni til at sláa kalt vatn í blóðið og at geva landsstýrinum arbeiðsfrið.
- Tær politskur uppskotini skulu viðgerast innanhýsis í samgonguni, sigur hann.
Hann heitir í sama viðfangi á sínar samgongufelagar um at fáa øll spariuppskotini á samgonguborðið eftir summarsteðgin so at tey kunnu verða viðgjørd í samgonguni og ikki sum nú úti í fjølmiðlunum.
- Uppgávan verður nóg trupul, sum er og tað er eingin orsøk er at leggja okkum sjálvum fótonglar í vegin, sigur Jóannes Eidesgaard.

Rínur ikki við
Men hendan áheitanin frá landsstýrismanninum rínir ikki við allastaðni.
Longi dagin eftir var Edmund Joensen í miðlunum við einum hvassorðaðari grein, har hann skuldsetti javnaðarflokkin fyri at renna undan sínum egna skugga og fyri at stinga Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, í bakið.

aki@sosialurin.fo