Vilja enda við manér

Hóast spenningurin millum havnarfeløgini onkra tíð hevur verið størri, enn hann er tað leygardagin, so vilja fjeppararnir gera sítt til, at rættur veitsludámur verður á degnum

Fótbóltur

 

Fyri fyrstu ferð síðani ár 2000 skal FM-steypið fyri føroyskan mansfótbólt flytast úr Havnini.

Tað ber so eisini við sær, at lagið í HB- og B36-legunum kundi verið betri, nú feløgini mest sum hava vant seg við, at FM-spurningurin er nakað, ið tey avgreiða sína millum. Og ikki minst hevur spenningurin verið øgiligur, tá liðini fleiri ferðir hava spælt avgerandi grannauppgerðir í seinasta ella næstseinasta umfarinum.

Soleiðis er tó ikki hesaferð. B36 hevur síni silvurmerki at spæla fyri, men UEFA-cup luttøkan er vís, og eftir tvey tap á rað er lagið neyvan heilt í toppi. Og hjá HB verður talan fyri fyrstu ferð síðani 1999 um eitt ár uttan heiðursmerki í landskappingini.

 

Fjepparar spenna seg

Men tað merkir altso ikki, at fjepparnir hjá feløgunum báðum ikki fara at spenna seg út. Bæði feløgini hava í ár fingið nýggj viðhaldsfeløg. B36 hevur í ár fingið dyggan stuðul frá sínum White Tigers, og hjá HB vórðu Red Lions stovnaðir undan steypafinaluni móti EB/Streymi.

Og bæði leyvurnar og tikararnir vilja markera, at hóast tokið er koyrt í landskappingini, so ræður framvegis um at vinna sær rættin at arga komandi hálva árið, samstundis sum punktum skal setast fyri fótbóltsárinum.

HB-stuðlar og Red Lions skipa fyri dystinum fyri upphiting í HB-húsinum, og byrjar hendan klokkan 13.

Hvítu tikararnir hava gjøgnum árið havt sítt fasat upphitingarstað undan heimadystunum hjá B36, og ivaleyst verður tað eisini hetta, sum verður nýtt leygardagin.