Enn er ógreitt, um ætlanirnar um at leiga Mentamálaráðnum Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju til Fróðskaparsetur hevur undirtøku í nýggja meirlutanum í Tórshavnar kommunu.
– Vit bíða til 14. januar við at svara. Eg visti, at vit fóru at fáa hendan spurningin, og tí havi eg mælt til, at vit als einki siga um málið, segði Bogi Andreasen, sum er nýggjur formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, á tíðindafundinum í gjár.
Hann segði, at freistin hjá Mentamálaráðnum at svara Tórshavnar kommunu er 14. januar.
Áðrenn valið hevði Gunvør Balle úr Tjóðveldinum greiða meining um Sjóvinnuhúsið, og at tað bara skal brúkast til slíkt, ið er tengt at virkseminum á bryggjuni. Tí var hon spurd, hvat Tjóðveldi nú heldur um málið:
– Vit halda okkum til tað, sum Bogi sigur. Har er ein prosess í gongd, sum vit mugu respektera. Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetrið eru í samráðingum um, at bygningurin skal leigast til Fróðskaparsetrið. Vit mugu nú bíða, til vit fáa eina niðurstøðu um tað, so taka vit støðu út frá tí, segði Gunvør Balle.
Í valstríðnum segði Gunvør Balle millum annað soleiðis um Sjóvinnuhúsið:
– Vestara Bryggja er og skal vera miðdepil fyri tænastur til sjóvinnuna. Tað virksemi, ið kemur inn í tómu bygningarnar á økinum, skal sampakka við og kunna liva lið um lið við verandi virksemi.
– Tað er hørð kapping um hvat av teimum dýru, tómu húsakeypunum er størsta skandalan hjá sitandi býráðsmeiriluta. Men frammaliga í kappingini man vera 100milliónirs glashúsið á Vestaru Bryggju, sum enn stendur tómt, tí tað ikki hevur eydnast at finna leigarar.
Hon segði, at upprunaliga ætlanin um Sjóvinnuhús, ið hýsti fyritøkum, ið veita maritimar tænastur, var frálíkt.
Enn er tí ógreitt, um nýggja samgongan ætlar at lata gomlu samguna avgreiða málið, ella um hon vil nýggjar leiðir við Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.










