- Tað er stuttligt og gleðiligt at síggja, at rættiliga nógv virksemi er í samband við sethúsabygging í Fuglafirði og á Kambsdali beint nú.
Tað sigur Eivin Breiðaskarð, varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu. Hann hevur leysliga talt og er komin eftir, at eini 6-7 ymisk hús í Fuglafirði og eitt á Kambsdali standa í gerð í løtuni.
- Onkur hevur enn bert grivið út. Aðrastaðni eru grundir stoyptar, og bygging er í gongd, sigur varaborgarstjórin, sum heldur, at tað má vera langt síðan, at so nógv hevur verið í gongd í senn.
Gongdin, sum er í løtuni, gevur honum eina góða kenslu av, at tað gongur rætta vegin í Fuglafjarðar kommunu.
- Vónandi og væntandi styttist eisini til, at íbúðarbygging av einum ella øðrum slag eisini byrjar. Tað er aðalmálið og næsta punktið á skránni hjá okkum her í okkara deiligu kommunu, sigur Eivin Breiðaskarð.










