Samgongan í Tórshavnar býráð ætlar at dagføra upplatingartíðir fyri veitingarstøð og matstovuvinnuna soleiðis, at hesar verða meira tíðarhóskandi. Tað stendur í samgonguskjalinum.
– Tað sum vit vilja er at gera tað meira fleksibult hjá vinnuni. Skipanin í dag er heldur stirvin, og vit hava merkt í vinnuni, at ynski eru umbroytingar, og hesum vilja vit fegin eftirlíka.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Hon vísir á, at býurin sum høvuðsstaður eisini eigur at vera virkin á hesum øki. Í dag skulu øll skeinkistøð eitt nú steingja á midnátt øll kvøld uttan fríggja- og leygarkvøld. Og tað er tað sama, um serlig tiltøk eru á skránni. Tað er eisini tvørligt hjá vinnuni at fáa undantaksloyvi.
Júst hvussu hetta skal broytast er ikki greitt enn. Okkurt verður regulerað við politiviðtøku og okkurt við lógarreglnum. Men býráðið vil gera sítt til at broyta hesi viðurskifiti, so tað verður meira fleksibult hjá vinnuni, sigur borgarstjórin.