Vilja brúka royndirnar

Atlantsflog fer at bjóða seg fram til komandi oljuvirksemi undir Føroyum. Felagið hevur royndir frá tí virksemi, sum var í fjør, sigur stjórin

Flogferðsla
Edvard Joensen

?Vit vóna at kunna halda fram við tí samstarvi, vit hava havt við oljuvinnuna, sigur Magni Arge, stjóri á Atlansflogi. Vit hava royndir bæði við flogfari og tyrlu, og tær ætla vit at brúka sum aktiv, tá bjóðast skal av aftur.
Hann sigur, at enn vita tey einki um nakað møguligt samstarv við oljuvinnuna. Tað er líkasum »grounded« í løtuni, vísir hann á.
Magni Arge sigur, at sær vitandi hevur AGIP, sum skal undir næstu leitingina, ikki byrjað nakrar samráðingar enn. Men sjálvsagt er, at Atlantsflog fer at liggja framvið, sum eisini gjørt verður alla tíðina.
Hann metir tað sum ein fyrimun, at felagið hevur royndir bæði við ferðafólkflutningi millum lond, tyrluflutningi til og frá boripallunum eins og SAR tænastuni.
Hann sigur, at ymiskt bendir á, at AGIP hevur gjørt av, hvønn pall ætlanin er at brúka til komandi leiting, eins og nær farið verður at bora.
?Eitt passandi høvi at kunngerða tað man fara at vera á oljuráðstevnuni, sum verður, væntar hann.
Magni Arge vísir á, at Atlantsflog hevur havt framhaldandi samstarv við oljuvinnuna hóast ongar leitingar hava verið. Sum dømi vísir hann til Aberdeen rutuna, sum hann ikki heldur hevði verið møgulig, uttan oljufeløgini, sum hann tekur til.
Men greitt er, at Atlantsflog kann ikki grunda sína tilveru á oljuvinnuna burturav. Og tað ger felagið heldur ikki.
Men gott íkast er hon, oljuvinnan, og Atlantsflog metir seg avgjørt hava nakað at bjóða henni eisini.