Vilja brúka ÍF Føroyar

Føroyskir útisetar hava í nógv ár havt gleði av útisetafelagnum ÍF Føroyar. Og hóast tað kanska kann roknast við, at bestu føroyingarnir nú enda hjá Fremad Amager, so metir Todi á ongan hátt, at talan verður um kapping millum hesi feløg.
- Heldur vil eg siga, at hetta letur upp fyri fleiri áhugaverdum samstarvsmøguleikum. Ítøkiliga hava vit tosað um ein samstarvsform við spælaraskiftum. Bestu spælararnir hjá ÍF Føroyum kunnu væl hava potentiali til at røkka á besta liðið hjá Fremad Amager. Tí er upplagt, at hesir sleppa at fáa tann møguleikan, og gongur tað ikki, so er vegurin aftur til ÍF Føroyar jú sera stuttur. Og eisini kundi felagið verið eitt stað, har evnaríki føroyskir spælarar hjá okkum í eitt tíðarskeið komu til eitt felag, har teir fáa meira spælitíð. So hetta er avgjørt ein møguleiki, sum vit vilja troyta, sigur Todi.