Vilja bjóða Heindrikki til Tvøroyrar í summar

Á Tvøroyri sakna Heindrik, prins

Her er Heindrikkur, prinsur, saman við drotningini, á eini ferð til Føroya

- Tað verður saknur í Heindrikki, prinsi nú hann ikki kemur við drotningini á ferðini til Føroyar at í summar.

Tað halda tey í Tvøroyrar Býráð.

Á býráðsfundi í gjár umrøddu tey eitt skriv frá Løgmansskrivstovuni, har spurt varð, um Tvøroyrar Kommuna varð sinnað at fáa Margrethu drotning á vitjan í summar.

Les eisini: Drotningin hjartaliga vælkomin á Tvøroyri

Drotningin kemur einsamøll til Føroya, tí maður hennara, Heindrikkur, prinsur, hevur  pensjonerað seg sjálvan, og tekur ikki longur lut í virkseminum hjá kongshúsinum.

Og tað harmast tey um á Tvøroyri. Tey halda, at saknur verður í honum,  og tí kanna  tey nú møguleikan fyri at bjóða honum til á Tvøroyri á eina privata vitjan.

Tískil samtykti býráðið á Tvøroyri at spyrja Løgmansskrivstovuna, um tað ber til at bjóða Heindrikki, prinsi, til Tvøroyrar á eina privata vitjan.

Tá ið drotningahjúnini skuldu koma til Tvøroyrar í fjør, var ætlanin at Heindrikkur, prinsur, skuldi sleppa ein túr í fjørðin við gamla, kenda træskipinum, Thorshavn. Og tekur hann av innbjóðingini um at koma á privata vitjan til Tvøroyrar í summar, ætla tey framvegis at bjóða honum ein túr við Thorshavn, umframt tað, sum annars verður fyriskipað.