Vilja bjarga framtíðar børnum

Næmingar úr Skúlanum við Fløtum vilja bjarga framtíðar børnum

 

http://www.iverksetan.fo/wp-content/uploads/2017/02/DSC0066.jpg

Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar, sum var í Norðurlandahúsinum í gjár, við eini slóðbrótandi verkætlan um at framleiða boxershorts til mannfólk, ið verjir sáðið ímóti fartelefonstrálum.

 

Tað varð kunngjørt fyri einum fullsettum sali í Norðurlandahúsinum, skrivar í Íverksetarahúsið:

 

»Fríggjadagin 24. februar var ein fullsettur salur í Norðurlandahúsinum karmur um finaluna til SkúlaFM 2017.

 

Dómsnevndin valdi verkætlanina CellShield, sum 15 ára gomlu genturnar Barbara Reynheim Petersen, Helena Sunnsker og Súsanna Hilmarsdóttir stóðu aftanfyri.

 

Vánalig sáðgóðska er ein vaksandi trupulleiki, og tær tríggjar undrast á, at onki verður gjørt fyri at fyribyrgja hesum. Tá mannfólk hava telefonina í lummanum, versnar sáðgóðskan av strálunum, og hettar er ein trupulleiki, ið kann seta spor í framtíðina.

 

Tískil fara tær undir at framleiða serlig boxershorts, seymað úr SaniSilvuri, ið verjir sáðið soleiðis, at sáðgóskan ikki versnar, og á henda hátt loysa tær ein altjóða trupulleika.

 

Vinningurin til vinnandi bólkin var, umframt Gullfræið sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, ein kekkur upp á 5.000 kr. sum Eik Banki hevur givið. Harumframt lat Føroya Tele eitt gávukort áljóðandi 1.000 krónur til hvønn næming í vinnarabólkinum.

 

Nummar tvey í kappingini var eisini ein bólkur av Skúlanum á Fløtum við eini verkætlan um at virðisøkja og menna føroysku matvøruvinnuna við at bryggja rabarbuvín úr føroyskum rávørum.

 

Sum nummar trý valdi dómsnevndin eina verkætlan, sum næmingar á Skúlanum við Løkin hava gjørt, sum hevur sum mál at minka um dálking av nátturúni og betra um heilsuna hjá fólki við magnetiskum stálsúgvirørum.

 

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan, síðan skúlaárið 2016/2017 byrjaði.

 

Tilsamans seks bólkar vóru við í finaluni hesaferð. Øll hugskotini vóru á høgum støði, og dómsnevndin metti , at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum.

 

Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum, Gunnvá Gaard av Føroya Tele, og Regin W. Dalsgaard formaður í Íverksetarahúsinum.«