Vilja berjast fyri at verja Gibraltar

Bretland er klárt at fara í kríggj fyri at verja Gibraltar. Somikið kláran tóna hevur Michael Fallon, verjumálaráðharri í Bretlandi, nú gamli spurningurin um Gibraltar aftur hevur stungið seg upp.

 

Tað er í samband við at Bretland fer úr ES, at Spania aftur hevur fest í kjakið um Gibraltar og hvør eigur rættin til tað. Gibraltar er landfast í Spania, men hoyrir til Bretlands og hevur gjørt tað síðan 1713.

 

Í fólkaatkvøðuni um Brexit valdi ein stórur meirluti á Gibraltar at verða verandi í ES. Tó hevur reaktiónin á Gibraltar ikki verið eins og í Skotlandi, har tey nú vilja hava eina nýggja atkvøðu um loysing frá Bretlandi. Tað var ein fólkaatkvøða í 2002 á Gibraltar um tilknýti til Bretlands ella Spania og yvir 90% ynskti at verða verandi í Bretlandi. Tað stendur við enn.

 

Tingingarnar millum ES og Bretland um treytirnar hjá Bretlandi at fara úr felagsskapinum, fara væntandi í gongd í summar.