Um vikuskiftið hittust borgarstjórar og professarar úr arktiska økinum á ráðhúsinum í Tromsø at leggja ætlanir fyri tað, sum í framtíðini helst verður skipað sum eitt formfest forum – The Arctic Mayors’ Forum. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, luttók á fundinum. Hetta er triði fundurin hjá The Arctic Mayors’ Forum.
- Høvuðsætlanin er, at at vit í samráð við nógvar aðrar býir í arktiska økinum kunnu menna eitt samstarv, har vit kunnu viðgerða allar avbjóðingar tvørtur um landamørk, sigur Kristin Røymo, borgarstjóri í Tromsø kommunu, sum var vertur á Ráðhúsinum.
Fundurin vakti stóran ans um allan heim og hópur av tíðindafólki úr europeiskum londum, Kina og Suðurasia annars, vóru til staðar. Embætisbólkur bleiv settur til at formalisera samstarvið, og umboð fyri Føroyar skulu luttaka i hesum arbeiði.
Burðardygd sum tema
Tromsø er kendur býur í arktiskum samanhangi, ikki minst tí at permanenta sekretariatið fyri Arktiska Ráðið varð stovnað her í 2013. Sunnudagin gjørdist eisini skjótt greitt, at umboðini úr Noregi, Íslandi, Føroyum, Finnlandi og Kanada, øll høvdu burðardygd sum tema. Ikki bara, tá talan var um umhvørvið, men eisini tá orð vórðu sett á fíggjarligar, sosialar og umsitingarligar avbjóðingar.
- Tað hevur stóran týdning, at vit brúka tíð at kortleggja, hvørjar avbjóðingar vit hava felags. Og har haldi eg, at helst kann júst burðardygd verða eitt yvirorðnað tema, sum fatar um ein stóran part av teimum felags avbjóðingum, vit hava, segði Annika Olsen við fjølmiðlarnar.
Borgarstjórin í Tromsø tók samanum og segði, at The Arctic Mayors’ Forum verður "lokala" røddin hjá arktiska fólkinum.
- Nú fara vit undir at skipa eitt formelt samtarv við tí endamáli at skipa okkum sum eina týðandi rødd fyri eini burðardyggari menning í Arktis, bæði fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga, skrivar Tórshavnar kommuna.
Ráðstevnan í Tromsø endar í morgin.










