Vilhelm og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan sigur

Lemvig Thyborøn vann bert annan dystin á rað

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig Thyborøn vunnu í kvøld ein sera týdningarmiklan sigur í botnsstríðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Lemvig Thyborøn vann 28-27 á Mors Thy á heimavølli. Klokkan vísti 59:59 tá Jeppe Gade Nielsen skoraði sigursmálið hjá Lemvig Thyborøn.

 

Við sigrinum vann Lemvig Thyborøn seg upp á triðaftasta plássið, har teir hava fýra stig fyri níggju dystir. Sigurin í kvøld var bert annar sigurin hjá Lemvig Thyborøn hetta kappingarárið.

 

Vilhelm skoraði í kvøld eitt mál uppá fimm málroyndir.

 

Hóskvøldið 4. november spælir Lemvig Thyborøn móti Skjern á útivølli.