Landsfundur
Vilhelm Johannesen er ikki longur limur í starvsnevndini í Javnaðarflokkinum.
Og tað verður eitt sindur av eini broyting, tí hann hevur sitið í starvsnevndini síðani í 1972, tvs í heili 31 ár.
Og hetta er tað longsta, nakar hevur sitið, uttan møguliga Petur Mohr Dam.
Á landsfundinum í Hvalba um vikuskiftið gjørdi hann greitt, at hann stillaði ikki uppaftur til lim í starvsnevndini.
Hann helt, at nú hevði hann sitið so leingi, at hann hevði hug at lata aðrar kreftir koma framat
Í hansara stað var ein annar klaksvíkingur, Heðin Klein, valdur í starvsnevndina.
Annars hendi ongin broyting í starvsnevndini og hon er sostatt soleiðis mannað nú:
Jóannes Eidesgaard er formaður, næstformenn er Jancy Olsen av Toftum og Bergur Dam í Havn. Skrivari er Hans Pauli Strøm í Vestmanna.
Nevndarlimir eru Katrin Dahl Jakobsen, Kristoffur Gaardlykke í Miðvági, sum eisini er formaður í SU, sum er ungmannafelagið hjá flokkinum, og Heðin Klein úr Klaksvík.
Ì floksleiðsluni annars sita løgtingslimir floksins, umframt umboð fyri tey ymsu økisfeløgini.
Annars er avgjørt at gera floksleiðslufundirnar meiri opnar, so at allir nevndarlimir í økisfeløgunum hava atgongd við talurætti, men ikki atkvøðurætti.
Skriva bók
Jóannes Eidesgaard takkaði Vilhelm Johannesen fyri trúgva tænastu í starvsnevndini.
Men hann ætlaði ikki at sleppa Vilhelm so.
Hann vísti á, at í 2005 er javnaðarflokkurin 80 ár og hann róði framundir at fáa onkran at skriva søguna hjá flokkinum í bók.
Hann helt, at at skal flokssøgan skrivast, er hetta í tøkum tíma, tí skjótt eru allir teir farnir, sum minnast tað fyrstu tíðina.
Og hann helt, at Vilhelm Johannesen er eitt sjálvsagt boð uppá, hvør skuldi skriva hesa flokssøguna, tí fáur hevði verið við so leingi sum hjúst Vilhelm og at hann hevur ein leikandi lættan penn, er postsøgan, sum hann hevur skrivað, besta prógvið um.
Vilhelm Johannesen lovaði at umhugsa tað, men hann vildi helst havt onkran afturat sær.