Vilhelm gjørdist toppskjútti í teprum tapi móti oddaliðnum

Vilhelm Poulsen hevur nú skotið 90 mál í 11 dystum fyri Fram

Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti við sjey málum, og Rógvi Dahl Christiansen skoraði eitt mál tá lið teirra, Fram tapti sera tepurt fyri oddaliðnum, Haukar á heimavølli.

 

Fram tapti við einum máli 32-33 fyri Haukum, ið vóru á odda 18-16 í steðginum.

 

Persónliga gongur tað framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen, ið er toppskjútti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 90 málum í 11 dystum. 

 

Vilhelm og Rógví mugu tørna út fyri fram einaferð aftrat áðrenn vetrarsteðgin. Tað verður komandi hóskvøld á útivølli móti Selfossi. 

 

Lið: DystirMálmunurStig
Haukar12358:32418
FH11312:27717
ÍBV11340:33215
Stjarnan11330:32315
Valur10287:25614
Selfoss11286:28012
Afturelding11316:30911
Fram11312:31510
KA11303:3238
Grótta10269:2767
Víkingur11248:3112
HK10259:2941