Vildu vinna hóast 10 máls leiðslu áðrenn dystin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr sjeymálsskjúttan hjá Kyndli, Onnu Brimnes seta orð á 23-22 sigurin ímóti VÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við sjeymálsskjúttan hjá Kyndli, Onnu Brimnes aftaná Anna og liðfelagarnir høvdu vunni 23-22, og harvið samlað 53-42 á VÍF í hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini. Í finaluni møtir Kyndil Neistanum.

 

Hóast tær vóru á odda við 10 málum frá tí fyrra dystinum, so vildu Kyndilskvinnur vinna dystin ímóti VÍF í dag, undirstrikar Anna Brimnes. 

 

Nú gleðir Anna Brimnes seg til eina enn væntandi spennandi og tætta grannauppgerð ímóti Neistanum. Hesaferð í steypafinaluni.