Vildu smugla 18 kilo av kokain

Tveir av manningini á risastóra ferðamannaskipinum Grandeur of the Seas vóru tiknir, tá teir royndu at smugla 18 kilo av kokain í land í Montego Bay á Jamaica. Enn einaferð er manning imborð á einum skipi hjá Royal Caribbean handtikin fyri narkosmugling.

Hetta er fjórðu ferð, at manning hjá reiðarínum verður tikin fyri smugling.

Hesaferð er tað tveir jamaicanarar, sum ikki lótu sær linda marijuana, men royndu at smugla ikki minni enn 18 kilo av kokain, tá teir fóru í land av Grandeus of the Seas, skrivar Takeoff.dk.

Nærri kanning av kahyttunum hjá teimum báðum vísti seg at geva 15 kilo aftrat av kokain. Rúsevnini stava upprunaliga frá Columbia.