Vildu ikki taka støðu

Málið um avhendanina av vindmyllulundunum varð útsett til eykaaðalfund seinni í ár.

Aðalfundurin hjá SEV samtykti fyri løtu síðani, at útseta avgerðirnar um avhendan av vindmyllulundunum til ein eykaðalfund seinni í ár.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og umboð á aðalfundinum fyri Tórshavnar kommunu, mælti til at útseta avgerðina til ein seinni fund. Heðin Mortensen heitti á nevndina um at fara aftur til bý- og bygdaráðini og kunna tey nærri um avleiðingarnar av hesi avgerð.

 

Jógvan E. Ellefsen, advoktur, ið var fundarstjóri, legði uppskotið fyri aðalfundin, sum samtykti, uttan atkvøðugreiðslu, at útseta málið til ein eykaaðalfund seinni í ár.

 

Lagnan hjá partafelagnum, sum SEV og Magn upprunaliga ætlaðu skuldu reka vindmyllulundina í Húshaga, er tí útsett til seinni í ár.