Vildu ikki taka allar skúlarnar við

Men munnligt lyfti varð givið um at taka teir við kortini

Tórshavnar býráð er farið at viðgera spurningin um at bøta um útiøkini hjá skúlum í Kommununi.

Á fundi hóskvøldið varð stafest, at eitt gott útiøki i skúlunum hevur stóran týdning fyri menningina og trivnaðib hjá næmingunum.


Ein støðulýsing og ein tørvslýsing er gjørd av útiøkjum hjá nøkrum av skúlunum í kommununi, og teir eru Skúlin á Argjahamri, Venjingarskúlin, Sankta Frans Skúli, Eysturskúlin, Velbastaðar Skúli og Hoyvíkar Skúli.

Har er allastaðni tørvur á ábótum og nú hevur býráðið samtykt at brúka 1,5 milliónir til endamálið.


Men Jákup Dam, býráðslimur, fýltist á, at fleiri skúlar í kommununi eru ikki nevndir við einum orði og hann vildi hava býráðið at samtykkja at gera eina heildarætlan fyri allar skúlarnar.


Men tað vóru bara tey trý umboðini fyri Tjóðveldi, Jákup Dam, Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal, sum tóku undir við tí.


Býráðslimir í meirilutanum hildu, at tað er eingin grund av bíða við at gera ábøturnar á teimum skúlunum, sum vóru kannaðir.


Men meirilutin gav kortini ta lyfti, at mentamálanevndin skuldi gera eina heildarætlan fyri teir skúlarnar, sum eru eftir.

Og tey meintu, at tað ein spurningur um at hava álit á, at forkvinnan í nevndini, Helena Dam á Neystabø, avgreiðir málið og tí er ikki neyðugt at samtykkja tað.


Og tað lyftið gav hon eisini. Men samstundis staðfesti hon, at hesin trupulleikin við útiøkjum stendst av, at tey vórðu ikki gjørd liðug, tá ið skúlarnir vórðu bygdir. Tískil liggja tey sum tey liggja og tí er málið tikið upp.

Hinvegin hildu býráðslimir hjá Tjóðveldi mettu, at tað er ivingarsamt, hvussu stórt virði, eitt munnligt lyfti, sum ikki er niðurfelt nakrastaðni, hevur.