Hóast Starvsmannafelagið fer í samhugaverkfall við Pedagogfelagnum morgin, verða skipini hjá Strandferðsluni ikki løgd.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Annars hevur Starvsmannafelagið nógvar limir umborð á strandfaraskipunum og tá ið felagið leggur arbeiðið niður, hevur siglingin hjá Strandferðsluni eisini verið løgd lamin.
Selma Ellingsgaard sigur, at tað eru heilt ávísar orsøkir til, at Strandferðslan verður undantikin verkfallinum á hesum sinni.
Klokkan 13 í morgin verður stórt samhugatiltak á Vaglinum í Havn og vit vilja, at øll, sum stuðla Pedagogfelagnum, skulu kunna fáa høvi til at sleppa til Havnar, eisini úr Suðuroy, úr Sandoy, úr Nólsoy og aðrastaðni.
- Tað er avgerðandi, at øll skulu hava møguleikan at sleppa til Havnar, leggur hon afturat.
Men hon sigur, at tey í Starvsmannafelagnum hava eisini merkt sær, hvussu stóran týdning, siglingin hjá Strandferðsluni hevur.
- Og vit vilja heldur ikki taka nøkur stig, sum gera, at kikarin verður vendur frá stríðnum hjá Pedagogfelagnum. Men verður Strandferðslan løgd, er stórur vandi fyri, at alt fer at snúgva seg um tað og ikki um tað, hetta veruliga snýr seg um, nevniliga verkfallið hjá Pedagogfelagnum, sigur Selma Ellingsgaard.










