Ein meiriluti av fólkinum í Fronskum Guyana vrakaðu eitt uppskot um størri sjálvræði, men luttøkan á fólkaatkvøðuni var lítil. Sambært myndugleikunum vóru 48 prosent í valhølunum og søgdu sína hugsan, og av teimum atkvøddu 69,8 prosent ímóti størri sjálvræði frá Fraklandi.
Eisini á oynni Martinique skuldu fólk taka støðu til eitt uppskot um størri sjálvræði frá Fraklandi. Tað endaliga úrslitið er ikki komið, men fyribilstøl benda á, at 59 prosent hava sagt nei.
Fólkaatkvøðurnar í Fronskum Guyana og á Martinique vóru avleiðing av ófriði í fjør, tá fólk kravdu størri sjálvræði frá Fraklandi.