Býráðið í Havn mundi í fjør bundið seg til eina milliónaverkætlan, sum hevði til endamáls at talgilda ruskspannirnar í høvuðsstaðnum, men málið varð steðgað í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Hetta veit Kringvarpið at siga.
Ætlanin hjá fyritøkuni Garbagie var, at kommunalu ruskspannirnar í Havn skuldu hava internetsamband og ljós, sum skuldi setast til ein miksipult. Skipanin skuldi gera tað greiðari og grønari at tøma ruskspannirnar.
Tilfarið, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sigur, at ruskmenninir skulu ikki vera teir hjá kommununi, men fyrst og fremst ungfólk millum 15 og 18 ár - gjarna kend andlit úr ítrótti, sum skulu koyra frá ruskspann til ruskspann við el-súkklum.
Fyritøkan Garbagie er ikki skrásett í Føroyum, men sambært kunningartilfari eru seks fólk knýtt at fyritøkuni. Hans Fróði Hansen er konseptmennari. Hann vil ikki viðmerkja ætlanina, meðan hon fær politiska viðgerð, sigur hann við Kringvarpið.
Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti eftir tilmæli frá tekniska stjóranum at brúka 17,5 milliónir krónur til ætlanina í einum fimm ára skeiði. Seinni var sáttmálin tillagaður til tvey ár og tríggjar milliónir krónur.
Fíggjarnevndin steðgaði tó málinum, tí hon helt ikki, at pengar vóru tøkir til hesa verkætlan og valdi at útseta málið til 2017.
Anfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar býráði, kallar í samrøðu við Kringvarpið ætlanina fyri eitt fullkomið ørvitisprojekt.
Kringvarpið hevur ikki fingið viðmerking frá tekniska stjóranum í Tórshavnar kommunu um málið.