Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, skal nú svara spurningum um bussleiðina millum Vágar og høvuðsstaðin. Tað er Jóhannis Joensen, nývaldur tingmaður fyri Javnaðarflokkin, ið hevur sett landsstýrismanninum tveir spurningar eftir §52a í tingskipanini.
Fyrri spurningurin er um landsstýrismaðurin fer at tryggja, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt, so næmingar, sum ganga á Glasi og búgva í Vágum, smidliga sleppa til og frá skúla.
Harumframt ynskir hann at vita, um landsstýrismaðurin fer at endurskoða ferðaætlanina millum Vágar og høvuðsstaðin við atliti at ferðing til og frá arbeiðsplássum.
##med2##
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum
Tingmaðurin vísir á, at síðan Glasir bleiv tikið í brúk hevur ferðaætlanin samsvara illa við tørvin hjá vágafólki.
- Men síðan miðnámsskúlarnir vórðu lagdir saman og blivu til Glasir, hevur ferðingin millum oyggjarnar verið trupul, tí ferðaætlanin ikki longur er tillagað skúlagongdina. Næmingar úr Vágum, sum ganga á Glasi, mugu ofta vera burtur størsta partin av degnum, skulu teir fylgja undirvísingini, skrivar tingmaður í viðmerkingunum til fyrispurningin.
##med3##
Tað er síðan, at Glasir bleiv tikin í brúk, at ferðaætlanin hevur passað vágafólki illa
Tingmaðurin ásannar eisini, at talan er um eitt mál, ið landsstýrismaðurin sjálvur reisti á tingi, tá hann sat í andstøðu í farna valskeiði, og vónar hann tí, at ein loysn kann finnast á trupulleikanum.
Les eisini: Mugu bíða eftir bussi fleiri tímar - hvønn dag
- Trupulleikar við bussleiðini til og úr Vágum hava áður verið reistir á Løgtingi m.a. av Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni. Tað er mín vón, at trupulleikin verður loystur sum skjótast, tí tað vildi verið ein stórur lætti í gerandisdegi teirra, sum arbeiða ella nema sær útbúgving í høvuðsstaðnum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur, skrivar tingmaðurin.

Vildi verið ein stórur lætti



