Tað var eitt, eitt sindur løgið og torskilt mál, sum Føroya Rættur í dag viðgjørdi. Ikki tí, ákæran var rættiliga einføld, hon ljóðaði stutt og greitt upp á harðskap eftir paragraf 244.
Men tað, sum gjørdi málið so ógvuliga torskilt, var tann sannroynd, at tann ákærdi í harðskapsmálinum fyrr í ár – 19. apríl – hevði fingið ein dóm fyri rúsdrekkakoyring.
Tann dómurin ljóðaði upp á 20 dagar treytaða fongsulsrevsing, og treytirnar vóru – umframt einki revsivert at gera í eitt ár – at dømdi maðurin skuldi fylgja einari rúsdrekkaviðgerð eitt ár fram.
Hetta hevði maðurin roynt, men uttan úrslit. Nú hevði maðurin biðið um, at dómurin varð konventeraður at koma í gildi, so maðurin kundi sita hesar 20 dagarnar, og so annars byrja av nýggjum.
Hendan umbønin var send rættinum 16. november – dagin eftir, at hann hevði verið harðligur móti elstu dóttir síni.
Men tá »Fuldbyrdelse af straf« kom fyri sum fyrra málið, var ákærdi aftur komin í iva, hvat frægast var. Nú var hann ikki longur vísur í, at tað besta var at fara inn at siga dómin av sær.
Hinvegin var eisini greitt, at hann ikki longur var áhugaður í at gjøgnumføra eina rúsdrekkaviðgerð, partvís tí, at hann ikki var nóg motiveraður, og partvís tí hann ikki longur metti, at ein slík var neyðug.
Tað var tí brúkt nógv tíð at viðgera hetta málið og endin var, at leggja spurningin til viks, og viðgera harðskapsmálið fyrst.
Beiskur hjúnarskilnaður
Ákærdi greiddi frá, at hann og konan vóru farin gjøgnum ein beiskan hjúnaðarskilnað, og at hetta hevði tikið hart upp á hann.
Hetta kvøldið, 15. november 2010, hevði hann sitið inni hjá sær sjálvum saman við einum vinmanni, tá konan var komin á gátt eftir einumhvørjum, og sum vant hevði tað útloyst itt skeldarí teirra millum.
Hetta helt fram eftir at konan var farin, bara umvegis telefon. Seinni, segði ákærdi, ringdi eisini elsta dótturin og gav honum av at vita. Men nokk var nokk.
Hann gjørdi ikki beinari, enn at fara heim til verforeldrini, tí tey vóru framvegis væl, fyri at vita, um tey ikki kundu tosa dóttrina í lag at lata seg fáa frið.
Men tá ákærdi kemur inn til verforeldrini, eru tey ikki heima. Hinvegin sita konan og elsta dótturin í køkinum.
Har gerst illstøða og ákærdi trivur í hárið á dóttrini og rivur hana á gólvið, har hann heldur henni niðri. Júst, hvat síðani hendir er eitt sindur ringt at gera av, men dómarin metti tað prógvað, at ákærdi hevði sparkað dóttrina minst tvær ferðir.
Tað ber illa til at staðfest til fulnar gongdina, tí tá dótturin varð gjørd varðug við, at hon ikki hevði plikt at vitna, helt hon seg til tað. Ákærin mótmælti, men dómarin gjørdi av, at av tí at gentan ikki hevði plikt at vitna, og at málið ikki var av slíkum samfelagsligum áhuga, at tað skuldi verða álagt henni at vitna, slapp hon undan.
Treytaðan dóm
Ein av orsøkunum til, at dómarin slapp dóttrini undan at vitna var, at eisini fyrrverandi konan var vitni til hendingina og innkallað sum vitni.
Hon gjørdi beinanvegin greitt, at hon heldur ongan hug hevði at vitna móti ákærda, men tá tey ikki longur vóru gift, álegði rætturin henni at vitna.
Hon undirbygdi í stóran mun ákæruritinum, sum segði, at ákærdi hevði hálað órættaðu í hárið, sligið hana við knýttum neva og sparka hana.
Hetta, at ákærdi hevði hálað hana í hárið váttaði vitnið, og at ákærdi hevði sparkað hana. Tó var eitt sindur ógreitt, um ákærdi hevði sparkað við vilja ella ikki, tí gentan spraklaði illa á gólvinum.
Bæði málini – útinning av revsingini frá rúsdrekkakoyringini og harðskapurin – vórðu tikin upp til dóms í einum, og har gjørdi dómarin av, at ákærdi fekk 40 dagar fongsul, harav teir 20 tó vórðu treytaðir.
Við í fyrra dóminum – rúsdrekkakoyringina – var eisini ein bót á 12.000 krónur umframt eina bót fyri brot á ferðslulógina á 1.200 krónur. Við at effektuera treytaða rúsdrekkadómin fall bótin á 12.000 krónur samstundis burtur.
Ákærdi maðurin tók við dóminum.