Tað var rættiliga nógv fólk í býnum í nátt. Men tað var rættiliga friðarligt.
Tað sigur løgreglan í morgun.
Løgreglan hevur at kalla bara hvat tvey mál at dragast við og í báðum førum var talan um fólk, sum vóru so álátað, at tey vórðu handtikin og skuldsett fyri brot á politiviðtøkurnar, og áðrenn tey vórðu leyslatin aftur, fingu tey so at vita, at tað fáa tey bót fyri.
Annar tilburðurin var kanska eitt sindur sermerktur, tí hann fór fram í miðbýnum, har løgreglan var farin eini ørindi í nátt.
Men áðrenn løgreglufólkini vita av, setir ein maður seg inn á baksetrið á politibilinum - og noktaði at fara út aftur, tá ið løgreglufólkini bóðu hann.
Tey gjørdu so ikki mætari enn at handtaka hann og koyra hann til hús, har hann so varð settur av.