Málsligir trupulleikar eru av og í Føroya rætti, og orsøkin plagar at vera, at fólk koma fyri rættin, sum antin ikki vilja ella duga at orða seg á donskum. Tað er tá í nýggjur danskur ákæri ella dómari er.
Í hesum málinum skiltu bæði dómari og ákæri væl føroyskt, men dómarin bað teir tosa á donskum, tí ein av teimum ákærdu var dani, og hann hevði krav uppá at fáa við, hvat sagt varð í rættinum.
Trupulleikin kom, tá ið Hans Trúgvi Teirin, verji hjá øðrum av teimum ákærdu føroyingunum, skuldi sannføra rættin um, at maður hansara átti at fáa lina revsing.
Tá ið Hans Trúgvi Teirin byrjaði, breyt ákærin fyrst av og bað hann um at tosa danskt.
Dómarin heitti eisini á hann um at gera tað, men segi samstundis, at hann ikki kundi áleggja honum at tosa danskt, tí føroyskt og danskt eru javnt stillað mál í rættinum.
Hans Trúgvi Teirin helt fast við sítt.
- Tað liggur mær nærri at tosa føroyskt, tí tá kann eg siga, líka sum eg hugsi, segðí hann.
Trupulleikin varð losytur á tann hátt, at verjin hjá dananum so hvørt umsetti fyri manninum.










