- Eg vil ikki leggja meg út í føroysk viðurskifti.
Tað staðfesti Helle Thorning Schmidt, danskur forsætisráðharri, tá ið hon hitti føroyskar studentar á Fróðskaparsetrinum í morgun.
Studentarnir fingu høvi at seta henni spurningar, men spurningarnar um føroysk viðurskifti, vildi hon ikki nerta við.
- Hevði Føroya Løgmaður lagt seg út í útbúgvingarpolitikk, fíggjarpolitikk og onnur viðurskifti, í Danmark, hevði tað ikki verið væl dámt.
Tí vil hon heldur ikki leggja seg út í føroysk viðurskifti og av tí sama smeyg hon sær elegant uttan um spurningar um flatskatt, pensjónsskatt, Landsbankan, danskt í føroyskum miðnámsskúlum og aðrar raðfestingar í Føroyum.
- Tað er nettupp styrkin í ríkisfelagsskapinum, at hóast vit hava nógv felag, leggja vit okkum ikki út í viðurskftini hjá hvørjum øðrum, hóast vit kanska hava eina meining um tað, staðfesti danski forsætisráðharrin.
Tí vil hon heldur ikki geva føroyingum góð ráð um, hvussu nógv vit skulu seta av á fíggjarlógini hesi næstu árini til útbúgvingar og annað.
- Vit eru ymisk og vit hvør sær hava vit frælsi at velja og tað er grundleggjandi at vit virða ríkisfelagsskapin.
Myndin er av Fróðskaparsetrinum í morgun, har skúlastjórin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar Helle Thorning Schmidt vælkomnum á Setrið at hitta næmingarnar