Vildi ikki hava hjálp frá starvsfólki við turriklæði

62 ára gamli kundin er ikki vælkomin í Føtex-handilin longur orsakað av rasismu

Ein hending í einum donskum matvøruhandli hevur skapt nógv kjak og nógva øsing í donskum fjølmiðlum í dag. Alt byrjaði við, at ein 62-ára gamal kundi var til handils í Føtex í Randers og leitaði sær hjálp frá starvsfólki at keypa sær einar buksur. 16 ára gamla Nafiso Ali, sum var klødd í turriklæð, bjóðaði honum sína hjálp. Men kundin var ikki nøgdur við hana sum starvsfólk og spurdi um at fáa eitt annað starvsfólk at leiðbeina seg.

 

16-ára gamla Nafiso Ali bleiv sjokkerað og visti ikki síni livandi ráð í hesari støðuni, sum fyri hana var sera óbehagilig, fortelur hon í samrøðu við Randers Amtavis. 

 

Leiðarin í Føtex-handlinum, sum er á Mariagervej í Randers, tók ábyrgd. Hann ringdi sambært TV2 til 62-ára gamla kundan og gjørdi honum greitt, at hann ikki var vælkomin til handils í hesum Føtex handli aftur, tá hann ikki kundi góðtaka, hvussu starvsfólkini síggja út.

 

62-ára gamli kundin eitur Bjarne Larsen, og hann sigur soleiðis við Randers Amtavis:

 

- Eg vil bara ekspederast vanligt, og eg ynski ikki at verða lagdir undir nakra religión, tá eg sum kundi komi inn í Føtex. Eg kann ikki vera tann einasti, sum meini hetta.

 

Fólkatingslimurin, Martin Henriksen (DF), skilir væl støðuna hjá Bjarne Larsen, sigur hann við Randers Amtavis.