Vildi ikki fara ov tíðliga

Taktikkur og tamarhald eyðkendi gullrenningina hjá Valborg Heinesen í gjárkvøldið, og tað viðgongur hon eisini: – Ja, eg hugdi nógv at klokkuni, tí tað ráddi um at fylgja ætlanini, eg hevði lagt mær, segði hon, tá hon var komin á mál fyrst av øllum

Fyrstu ferð, hon yvirhøvur er til einar oyggjaleikir, eydnaðist Valborg Heinesen í gjárkvøldið at vinna gull í 10.000 metra renning – og tað enntá í stórum stíli. Hon var alla tíðina millum tær fremstu, men rann miðvíst og tilvitað, so hon ikki skuldi brúka ov nógva orku, samstundis sum hon alla tíðina skuldi vera við heilt har frammi.
– Ja, eg hugdi nógv at klokkuni, tí tað ráddi um at fylgja ætlanini, eg hevði lagt mær fyri renningina í kvøld, sigur Valborg, ið eisini takkar Halluri Holm, Niels Jákupi Jakobsen, polska venjaranum – og ikki minst áskoðarunum, sum alla tíðinda róptu og stuðlaðu henni.
– Eg føldi, at eg meginpartin av tíðini hevði yvirskot, og so bíðaði eg, til eg helt tað vera rættast at fara frá hinum. Eg vildi ikki fara ov tíðliga, tí her vóru nógvir sterkir rennarar og hitin var eisini har. Men eg dugdi væl við vætuni og stoytti alla tíðina á meg og syrgdi fyri at vera hydrerað allan vegin ígjøgnum.

Helst favorittur
Tær vóru seks, sum byrjaðu renningina, men so við og við fullu kappingarneytarnir frá, og at enda var tað bara Gail Griffiths av Isle of Man, ið megnaði at hanga í, men eisini hana setti Valborg av, so hon at enda var 12-13 sekund aftanfyri, og nummar trý, Ashley Estwanik frá Bermuda, kom á mál eini 46 sekund aftan fyri Valborg.
Fríggjadagin skal hon aftur lata seg í renniskógvarnar, tí tá er hálvmaraton á skránni, sum er góðar tvær ferðir so langur teinur sum tann, hon rann í gjárkvøldið. Men Valborg sær fyri sær, at hon fer at brúka umleið sama framferðarhátt:
– Eg fylgi altíð væl við og royni at halda meg innan fyri eitt vist, so eg ikki brenni meg út ella haldi meg ov lágt. Klokkan verður sjálvandi brúkt, sigur hon, fyri síðani at svara spurninginum, um hon ikki er bangin fyri nú at vera favorittur í tí kappingini:
– Nei, eg eri ikki bangin fyri, at hinar nú kanska halda meg vera ein favoritt. Eg veit, hvat eg kann, og hvat hinar so halda, kann gera tað sama. Eg geri tað, sum eg kann.

Óskrivað blað
Valborg Heinesen, sum er úr Hoyvík, er millum føroyskar rennarar eitt púra óskrivað blað – ella tað vil siga, at tað var hon…
Í samrøðu við Sosialin í mai greiddi hon frá, hvussu hon altíð hevur runnið, men allíkavæl ikki dugdi at síggja seg sum ein rennara. Eftir gullið í gjárkvøldið man sjálvt hon ikki ivast í tí longur!
Líka til í januar mánaði hevði hon vant einsamøll uttan nakra renniætlan, men síðani er ein av polsku landsliðsvenjarunum sjálvboðin farin at venja hana, og undan oyggjaleikunum á Bermuda hevði Valborg eitt greitt mál, sum var at vinna heiðursmerki á oyggjaleikunum. Check!
Síðani á heysti í 2007 hevur hon lisið til lækna í Szczecin í Polandi, har hon fekk prógv 29. juni, og tað er í sambandi við renning har, at polski landsliðsvenjarin og hon komu í samband við hvørt annað, og síðani hevur hann hjálpt henni sera væl. At hetta hevur munað, sóu øll, sum í gjárkvøldið vóru vitni til eitt sera sannførandi gullmerki!