Vildi heldur selja køkur

Brasilski fótbóltsspælarin Robinho skifti beint áðrenn evstamark frá Real Madrid til Manchester City at spæla, og tað fekk fólk at undra seg. Men sambært umboðsmanninum hjá Robinho, var brasilski stórspælarin so keddur av lívinum í Real Madrid, at hann hevði gjørt leiðsluni púra greitt, at hann vildi skifta felag. Robinho segði enn tá, at hann vildi heldur selja køkur enn spæla fyri Real Madrid.