Í kvøld klokkan 21 hevur Jóanes Símunarson Hansen útgávukonsert í Løkshøll í samband við, at nýggja fløgan "Jól við Løkin" er komin á marknaðin.
Jóanes S. Hansen leikar einsamallur á fløguni. À øllum sangum uttan "Tað sótu seyðamenn á vakt" er talan um klavertónleik, í tí eina førinum er talan um urgutónleik.
Jóanes S. Hansen leggur dent á, at hann vildi bara hava jólasálmar við innihaldi á fløguna hjá sær.
Í morgun var Jóanes S. Hansen gestur í morgunsendingini á Rás2. Tað ber til at hoyra prátið við Jóanes S. Hansen undir greinini, tó eru bert brotpartar av løgunum, ið spæld vóru í morgun at hoyra í ljóðbrotinum undir greinini.
(Mynd Símun J. Hansen)










