Marianna Holm Jacobsen vildi gera mun og gera okkurt gott fyri børnini, tá hon stutt fyri jól bjóðaði sær til at vera jólamaður í grannalagnum millum Gilja í Hoyvík.
12 familjur í grannalagnum tóku av tilboðnum hjá Marionnu Holm Jacobsen, sum seinnapartin og um kvøldið jólaaftan fór runt við jólagávum til børnini. Einasta treytin, sum Marianna setti fyri at fáa jólamannin á vitjan, var, at børnini í húsunum trúgva á jólamannin. Eisini ynskti hon, at ein mynd varð tikin av jólamanninum saman við børnunum.
- Eg elski børn, og vildi fegin gera mun og gera okkurt gott, sigur Marianna Holm Jacobsen, sum saman við beiggja sínum Pálli Holm Jacobsen fór runt til familjurnar, sum høvdu biðið um at fáa jólamannin á vitjan.
Tey, sum vildu hava jólamannin at koma inn á gólvið, komu fyri jól við gávum, sum jólamaðurin skuldi geva børnunum.
- Tiltakið eydnaðist væl. Vit hildu, at tað var sera stuttligt, og børnini trúðu fult og fast á jólamannin, sigur Marianna Holm Jacobsen, sum hevði hugsað um at bjóða seg fram sum jólamann í eina tíð.
- Vit hava altíð havt jólamann heima hjá okkum, og tað eru ikki øll, sum hava møguleika fyri tí, sigur Marianna Holm Jacobsen, sum fegin vildi hjálpa fyri at gleða børnini.
Hon sigur, at verður hon heima næstu jól, so fer hon aftur at bjóða seg fram sum jólamann. Í ár legði hon bara boðini út í facebook-bólkin hjá grannalagnum millum Gilja, men næstu jól verður tilboðið um at fáa jólamann á vitjan jólaaftan kanska víðkað til onnur grannaløg við í Hoyvík, sigur Marianna Holm Jacobsen.