Tá ið eg hoyrdi, at tú vart farin,
støðgaði líkasum alt.
Eg hugsaði: Hetta kann ikki bera til,
tí tú hevði lívið valt.
Tú elskaði lívið: Tú elskaði alt,
ið Skaparin hevur skapað.
Tú bygdi - sum onnur - tær egna borg,
í dag er borg tín rapað.
Vit, ið kendu teg, ivast ikki:
at geva var meir enn at fáa.
Tú gav til tað síðsta alt, ið tú átti,
og bað altíð: Guð má ráða.
Nú ert tú farin, men vit, ið teg kendu,
VILBORG, aldri teg gloyma.
Tú vart í Hvalba ein bygdarmynd,
til Hvalba tú alsk lat floyma.
Nú siga vit tær tað síðsta farvæl,
nú ert tú í tryggum hondum.
Nú ert tú heima, har sál tín sæl
leikar á føgrum strondum.
Levi










