Høgni Hoydal setur Johan Dahl fimm ítøkiliga spurningar um ótryggu ferðsluna hjá Smyrli seinastu tíðina.
Hann vil hava at vita, hvussu nógvir túrar hjá Smyrli eru avlýstir, broyttir ella vent er aftur seinastu tríggjar mánaðirnar.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, um støðan nakrantíð hevur verið so vánalig sum nú, og hann vil eisini vita, um nakað ár er, har tølini hava líkst 2013.
Hann vil eisini vita, hvat landsstýrismaðurin hevur gjørt fyri at finna loysnir á støðuni, og hvat ætlanin er at gera við alternativar havnir, tá veðurlíkindini forða Smyrli í at leggja at í Havn.
Johan Dahl skal svara munnliga fyrispurninginum á tingi í morgin.










