Vil vita um løgmaður helt orð

Er talið á almennum nevndum og ráðum minkað seinasta árið?


Hevur løgmaður gjørt nakað við ætlanina um at minka talið á almennum nevndum og ráðum.

Tað vil Kári P. Højgaard, tingmaður, nú hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni.

Og tað er ein spurningur, løgmaður skal greiða løgtinginum frá.

 

Kári P. Højgaard vísir á, at í 2013 setti løgmaður sjøtul á eitt arbeiði at gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar almennar nevndir og almenn ráð.

Tað yvirlitið staðfestir, at samsýningarnar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn samsýningarnar í almennum nevndum.

 

Eisini eru tað nógv fleiri menn enn kvinnur, ið manna almennu nevndirnar.

Tilsamans eri 145 almennar nevndir við tilsamans 743 nevndarsessum og samsýningarnar til teir nevndarlimirnar, er 11,5 milliónir um árið

 

Tá boðaði løgmaður frá, at Landsstýrið skuldi kanna, hvussu nevndarøkið kann umskipast, fyri at tryggja fakliga dygd, størri gjøgnumskygni og bíligari rakstri.

Hann segði, at endamálið var at minka um talið av almennum nevndum og ráðum og nú vil Kári P. Højgaard hava at vita frá løgmanni um talið er minkað.

 

Hann vil eisini hava at vita, um landsstýrið hevur tikið nøkur stig fyri at bøta um ójavna kynsbýti, sum er í almennum nevndum og um løgmaður heldur, at tað er ílagi, at stórur munur er á samsýningum í almennum nevndum og almennum partafeløgum.