Hvussu nógv kosta vegir, og aðrar verkætlanir, sum skulu gerast í sambandi við Eysturoyartunnil.
Tað vil Kári P. Højgaard, nú hava Jørgen Niclsen, landsstýrismann, at greiða løgtinginum frá.
Hann vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur nakað boð upp á, hvsussu høg rentan verður í sambandi við at verkætlanin skal fíggjast
- Í 2013 upplýsti Landsverk, at atknýttar verkætlanir til Eysturoyartunnilin komu at kosta út ímóti 600 milliónum, sigur Kári P. Højgaard.
. Nú arbeiðið við at gera undirsjóvartunlar millum Eysturoy, Streymoy og Sandoy eftir ætlan byrjar komandi ár, er neyðugt at staðfesta, um henda meting stendur við, leggur hann afturat.
Og tað er hetta, Jørgen Niclasen skal greiða frá einum av næstu døgunum.










