Hvussu stórur partur av játtanini til eldraøkið verður brúkt til beinleiðis røkt, og hvussu nógv verðrur brúkt til umsiting.
Tað er ein spurningur, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú skal svara Løgtinginum.
Kristianna Winther Poulsen hevur akkurát havt sæti á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin í eina viku. Og tað høvi brúkti hon til at spyrja landsstýriskvinnuna, hvussu útreiðslurnar til eldrarøktina eru býttir sundur ímillum umsiting og beinleiðis tænastur til brúkaran.
Í hesum sambandi vil hon hava at vita, hvussu nógv prosent av lønunum í eldrarøktini fara til leiðarar og eftirlitsfólk øðrumegin, og til vanlig starvsfólk, sum arbeiða við beinleiðis røkt og tænastum til eldri, hinumegin?
Kristianna Winther Poulsen spyr eisini, hvussu nógv eldri fólk hava tørv á tænastum frá Heimatænastuni hjá Nærverkinum.
Hon staðfestir, at tað er lítið hugaligt at frætta í miðlunum um, hvussu ring støðan er á eldraøkinum.
- Trupulleikar eru at finna ta neyðugu fíggingina til eldraøkið. Sparingar á eldraøkinum hava rakt meint, bæði okkara eldru borgarar, sum hava tørv á røkt, teirra avvarðandi, og starvsfólk, sum arbeiða á eldraøkinum.
Kristianna Winther Poulsen vísir á, at eini 6.500 fólk í Føroyum eru eldri enn 67 ár.
Meginparturin av teimum hevur góða heilsu og klára seg sjálvi.
- Men tey, sum hava tørv á røkt, skulu fáa neyðugu røktina, so at tey framhaldandi kunnu hava eina virðiliga tilveru.
- Í fleiri førum tykist hetta ikki at vera so. Avvarðandi rópa varskó um ringu støðuna, og nógv starvsfólk, sum arbeiða á eldraøkinum, kenna seg alt meira máttleys, tí hóast tey renna so skjótt, tey eru ment, gerst tað alt meira torført at veita teimum eldru ta neyðugu røktina.
- Spurningurin er so, um nóg stórur partur av játtanini til eldraøkið fer til beinleiðis
røkt, har tørvur er á hesum, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Í́ einum so lítlum samfelagi sum okkara er neyðugt at skipa bygnaðin soleiðis, at so stórur partur av játtanini sum gjørligt fer, har peningurin er ætlaður, og tað er til beinleiðis røkt, sigur hon.
Annika Olsen hevur nú nakrar dagar at svara í.