Tað er Jenis av Rana, løgtingsmaður og fyrrerandi landsstýrismaður hevur sett løgmanni ein grein 52 fyrispurning um, har hann vil hava løgmann at upplýsa og útgreina, hvussu stórur meirkostnaðurin verður av teimum broytingum nýggja samgongan og landsstýrið hava samtykt at gera, m.a. við at hækka talið av landsstýrisfólkum við tveimum- úr sjey upp í níggju.
Í útgreiningini verður hugsað um økta lønarkostnaðin av tveimum nýggjum landsstýrisfólkum, møguligum nýggjum aðalstjórum, øðrum eyka starvsfólkum í nýggjum og verandi ráðum, kostnaðin av nýggjum og/ella dagførdum hølum v.m.
Jenis av Rana sigur í viðmerkingum til fyrispurningin, at í nýliga endaða valstríðnum og í kjakinum, sum verið hevur í og um samgongusamráðingarnar, hevur eitt av høvuðsevninum, fyri ikki at siga lyftunum, verið, at »nú skal skil fáast á fíggjarliga oyðslinum«, nú skal sparast.
– Serliga hava tað verið fólk í verandi samgongu, sum hava gingið á odda í retorikki og lyftum, sigur Jenis av Rana.
– Trupult er at síggja annað, enn at ein stór andsøgn er millum orð og gerðir. Hesin spurningur verður tí settur, so at løgtingslimir og vanligir føroyingar kunnu fáa greiði á hvussu hetta, at seta fleiri í starv uttan kostnað, letur seg gera, sigur Jenis av Rana.