Vil vita hvussu nógv fólk í psykiatrini eru flutt av landinum

Liljan Weihe, tingkvinna hjá Tjóðveldi, vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu nógv sjúklingar í psykiatrini eru fluttir av landinum seinastu árini.

Tað ger hon í einum grein 52a fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Hvussu nógvir borgarar, bæði yvir og undir 18 ár, sum koma undir ábyrgdarøkið hjá landsstýriskvinnuni í psykiatriini, eru fluttir av landinum seinastu 5 árini?

2. Hvussu nógv eru farin “sjálvboðið” á t. d. eftirskúla ella annan viðgerðarstovn í Danmark?

3. Hvussu nógv hevur hetta kostað?

4. Hvussu tryggja vit okkum, at vit frameftir kunnu veita neyðugu viðgerð og hjálp í Føroyum við neyðugum samstarvi millum ábyrgdarøkini?

Í viðmerkingum til fyrispurningin til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, sigur Liljan Weihe, at á hvørjum ári verða føroysk børn og ung send til Danmarkar á stovn av føroyskum myndugleikum, tí vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum. 

– Hetta eru børn, sum hava stórar og samansettar avbjóðingar. Heldur enn at lofta teimum og hjálpa teimum í teirra heimliga umhvørvi, verða tey send til eitt fremmant land við einum fremmandum máli og fremmandari mentan, sigur løgtingskvinnan.

– Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast og má sjálvandi steðgast, sigur hon.

Hon vísir eisini á, at tað er torført at fáa neyvt innlit í, hvussu nógv børn og ung verða send av landinum, tí summi fara “sjálvboðið”, summi verða flutt til Danmarkar av barnaverndartænastunum, summi umvegis heilsuverkið og uppaftur onnur umvegis Almannaverkið. Sum skilst verða summi børn og ung send meira ella minni “sjálvboðið” av landinum á t.d. eftirskúla ella annan stovn. Eisini ber illa til at vita, hvørt summi verða send av landinum av kommunala myndugleikanum og ikki einans eftir avgerð hjá Føroya Kærustovni, fyrrverandi høvuðsbarnaverndarnevndini.

– Av tí sama er eisini trupult at lýsa, hvat skal gerast fyri at steðga hesum og gera sær eina meting av, hvussu nógv hetta kostar landinum í krónum og oyrum. Tí verða hesir spurningar settir teimum landsstýrisfólkunum, sum varða av hesum børnum, ungu og vaksnu: landsstýrisfólkini í barnamálum, almannamálum og heilsumálum, sigur Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.