Seinastu vikuna hevur Barbara Gaardlykke Apol sitið á Fólkatingi sum avloysari hjá Sjúrða Skaale. Unga javnaðarkvinnan tók stig til at spyrja danska løgmálaráðharran um nýtsluna av isolatión í Føroyum, tí hagtøl um isolatión í Føroyum ikki verða almannakunngjørd.
– Vit hava ikki almenn tøl fyri hetta í Føroyum, og tí havi eg heitt á løgmálaráðharran um eisini at almannakunngera hesi fyri Føroyar, sum hann sigur seg vera sinnaðan at gera, sigur Barbara Gaardlykke Apol.
– Sum eitt rættarsamfelag, ið virðir menniskjarættindi, eiga vit tískil at stremba eftir, at halda talinum av isolatiónum so lágt sum gjørligt, sigur hon.
Undir hoyringunum til dagføringina av føroysku rættargangslógini kom fram, at Føroyar í nógv størri mun enn Danmark, seta varðhaldsfongslað fólk í isolatión.
– Eg taki tølini fyri føroyska isolatiónsfongsling í stórum álvara, nú tað vísir seg, at ein størri partur av teimum varðhaldsfongslaðu í Føroyum verða sett í isolatión enn í Danmark, sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, í svari til Barbaru Gaardlykke Apol.
Umframt at hava verið í sambandi við føroyskar myndugleikar hesum viðvíkjandi, vísir Nick Hækkerup á, at nýggja rættargangslógin fyri Føroyar hevur strangari ásetingar viðvíkjandi isolatiónsfongsling, og hann væntar, at tað kemur at minka um isolatiónsfongsling í Føroyum.
– Afturat tí, haldi eg tað vera natúrligt, at tølini fyri isolatión og varðhaldsfongsling í Føroyum verða almannakunngjørd, og tað ætli eg mær at arbeiða fyri, sigur danski løgmálaráðharrin.