Vil vita, hvar føroyska KT-málið er

Gunnvør Balle vil hava at vita, um føroyska málinum er tryggjað atgognd til samskiftistøknina

Tvey ár eru liðini, síðani eitt samt Løgting, at samstarv verður skipað millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.

 

Nú setir Gunvør Balle, tingkvinna, §52a fyrispurning til Bjørn Kalsø. Gunvør vil hava at vita, hvat er hent í málinum, síðani uppskotið varð samtykt. Í viðmerkingini skrivar hon eisini, at hon í fjør setti líknandi fyrispurning, og at svarið ta ferðina var, at einki var hent.