Amerikanski forsetin Donald Trump fer væntandi í dag at alment boða frá, at USA viðurkennir Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað, og at amerikanska sendistovan skalt flytast til Jerusalems. Tað skrivar amerikanski miðilin Politico.
Støðan hjá Jerusalem sum høvuðsstaður hjá Ísrael er eitt eymt evni, ið altjóða samfelagið vanliga hevur hildið seg burtur frá, og longu nú er greitt, at avgerðin ikki verður væl móttikin av øllum. Frakland, Egyptaland, Turkaland og Jordan hava fyrr í vikuni ávarað amerikanska forsetan móti at taka eina slíka avgerð, og ávarað hevur verið um, at ein slík kunngerð fer at elva til harðligar samanbrestir. Lýst hevur eisini verið við mótmælum í Ísrael og Palestina í dag, og amerikanskir myndugleikar hava hert trygdina í fleiri sendistovum kring heimin.
- Meðan Trump forseti viðurkennir at støðan við Jerusalem er eitt sera eymt evni, so er hann ikki av tí sannføring, at tað verður loyst við at venda blinda eyga til ta sannroynd at Jerusalem er ísraelski heimstaðurin hjá lóggevandi valdinum, hægsta rætti og forsætisráðharranum, og sostatt er høvuðsstaður Ísraels. At útseta viðurkenningina av Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels hevur ikki á nakran hátt hjálpt friðartilgongdini seinastu tjúgu árini, sigur ein talsmaður hjá Hvítu Húsunum við Politico.
Jerusalem er ein av heilagastu býunum í jødisku og islamsku trúnni, og er miðdepilin í stríðnum millum ísraelar og palestinar. Við at viðurkenna Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað, óttast eygleiðarar, at amerikanski forsetin spennir bein fyri friðarsamráðingunum millum Ísrael og Palestina.
Politico veit tó at siga, at Donald Trump framhaldandi er sinnaður at samráðast við partarnar um eina loysn við tveimum statum, og at avgerðin ikki skal skiljast so, at Jerusalem einans verður høvuðsstaður Ísraels. Sostatt kunna palestinskir myndugleikar eisini krevja, at partar av Jerusalem verða viðurkendir sum høvuðsstaður í Palestina.