Usain Bolt hevur í løtuni heimsmetið á 100 metra-teininum við 9,69 sekundum, men hetta er ikki nóg gott. – Eg eri vísur í, at at eg kann renna enn skjótari. Málið er at fáa tíðina undir 9,50, men kanska kann eg eisini koma niður á 9,40, sigur Jamaica-búgvin, sum á OL í Beijing í fjør vann gull á bæði 100- og 200 metrum.










