Bjørn Kalsø arbeiðir við at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap so, at vit best møguligt tryggja okkum ognarrættin til arvvaeginleikarnar hjá fiskinum undir Føroyum, eins væl og vit frammanundan hava ognarrættin til fiskin sjálvan.
Tað sigur hann í viðmerking til tað, sum toskaalarar í Hvalba føra fram aðrastaðni í blaðnum.
Men hann ásannar, at tað er ómetaliga torført.
- Her tosa vit um eina einstaka arvaeind, ella ílegu, sum stýrir vøkstrinum. Men tað er ómetaliga torført at taka ognarrættin til eina ávísa arvaeind, ella ílegu.
- Tað er torført at tryggja sær, at ikki onnur fáa fatur á eini ávísari arvaeind ella ílegu og vit skulu hava ometaliga góðar grundgevingar fyri at taka ognarrættin til eina arvaeind.
- Men hóast hetta er torført, haldi eg, at tað er rætt at seta almennar treytir fyri, at vit hava rættin til arvaeginleikarnar hjá fiskinum fyri at áleggja øðrum treytir á hesum øki.
Kortini er tað torført at forða fyri, at einstakar arvaeindir, ella ílegur, ikki kunnu verða brúkta aðrastaðni.
Hann heldur eisini, at tað er sera umráðandi, at vit sjálvi granska toskin og royna at kortleggja arvaeginleikarnar. Men hann heldur, at eisini at alarar sjálvir eiga at ásanna týdningin av at hetta arbeiðið verður gjørt
Hinvegin metir hann eisini, tað áliggur alarum sjálvum ein stór ábyrgd at fara undir eitt miðvíst kynbótyarrbeiði, so at vit alla tíðina menna arvaeginleikarnar hjá fiskinum.
- Tað ivist eg ikki í, at onnur gera, so hóast vakstrareginleikarnir hjá Føroyabanka toskinum geva okkum ein stóran fyrimun nú, er tað ikki vist, at vit varðveita hann í longdini.
Men av tí, at vit longu hava hendan fyrimunin, eru vit hetta petti frammanfyri okkara kappingarneytar longu í startinum og tað skuldu vit helst hildið fast um. Tí er tað eisini neyðugt at alarar sjálvir fara undir eitt miðvíst kynbótararbeiði, so at vit ikki verða yvirhálað.
Men kynbótararbeiðið hjá øðrum kann eisini enda við, at teir finna ein tosk við serligum vakstrareginleikum og so kunnu vit hava mist tann fyrimun, vit hava.
Hann vísir eisini á, at hetta er ómetaliga torført at hava eftirlit við, tí útlendsk skip fiska undir Føroyum og tað er at kalla ómøguligt at hava so neyvt eftirlit, at vit kunnu tryggja, at ongin fiskur verður fluttur livandi av landinum.
Hann sigur, at Fiskimálaráðið hevur arbeitt við hesum í rúma tíð, men hann vil ikki siga nakað um, nær uppskotið verður lagt fyri tingið, heldur ikki um tað verður í hesari tingsetuni.